[Intro]
C
[Verse 1]
C Em F C
Kaga upp í himmalin, sært tú fuglin har?
Am F G
Frælsur vil hann flúgva, nógv túsund míl frá tær,
F G Em Am
Hann breiðir sínar veingir út, veittrar tær farvæl,
F G A
Tá ferðin er at enda, tú aftur fuglin sær,
F G C
Tá er hann komin heim til Føroyar.
[Verse 2]
C Em F C
Á køldum opnum havi, spjaddar liggja tit,
Am F G
Grønar, vakrar oyggjar, hetta landið eiga vit,
F G Em Am
Tú dregur, tú argar, tað er títt sinnalag,
F G A
Títt freka, blíða lyndi, sjarmerandi er tað,
F G C
Soleiðis kenna vit teg, Føroyar!
[Solo]
C Em F C
C Am F G
F G Em Am
F G A
F G C
[Verse 3]
C Em F C
Flúgva fagrir fuglar, byggja reiður her,
Am F G
Og fiskur býr í sjónum, so langt sum eygað ber.
F G Em Am
At vitja fjallatindar mangur gleðir seg,
F G A
Og spríkja goymdar keldur, um vit bora gjøgnum teg,
F G A
Og verða vit ríkari tá, Føroyar?
F G C
Og hvør verður ríkari tá, Føroyar?!
[Chorus]
Dm C
Hvat heldur tú um okkum, vit rópa okkum tjóð,
Dm C C7
Á flaggdegi um várarnar, tá tjøldur setast móð.
F C Gm
Hvar eru tey, sum lovaðu at lekja tíni sár,
F G A7
Sum misprýða og vanvirða, ár eftir ár, eftir ár, eftir ár....
F G C
Hvat heldur tú um føroyingar, Føroyar?
[Outro]
C Em F C
Við gittara og sangi eg spæli nú mítt lag,
Am F G
Sum um Føroyar var mín móðir og bað meg skriva tað.
F G Em Am
So eiggilig og gomul hon teskar barnið mítt,
F G A
Eg vildi, at mítt ríkidømi so væl var býtt.
F G A
Í miluum tey, sum búgva her í Føroyum,
F G A
Í millum tey, sum búgva her í Føroyum,
F G C
So javnt millum føroyingar, Føroyar!